/ Fríggjadagsverkstovur / 2.10 Skuggabinding

2.10 Skuggabinding

Tíð: Fríggjadag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Marjun í Lambanum 1
Undirvísari: Maiken Steinberg FO
 
Hendan verkstovan er fyri nýbyrjað og víðarikomin.
 
Skuggabinding er ein stuttlig, spennandi og øðrvísi binding, ið setur gongd á hugflog, skapanarhug, litsamansetingar og undran

Skuggabinding, ið hevur sín uppruna í Japan, er ikki nakar gamal binditeknikkur
Hetta slag av binding verður kallað skuggabinding, tí at mynstri ella motivið, eins og ein skuggi, ikki altíð er sjónligt.

Skuggabinding er ein heilt einfaldur binditeknikkur, men við einum bergtakandi úrsliti, og har undran er stórsta gleðin.

Grundleggjandi byggir skuggabinding á røtt og rang eygu, tvs tað verður bert bundið rætt og rangt, og sum oftast við tveimum litum. Einum botnliti og einum mynsturliti.

Skuggabinding verður ein skjótt hugtikin av, og óendaligir møguleikar latast upp fyri einum.

Í hesi verkstovu fært tú innlit í ein spennandi arbeiðshátt, har tú bindur eitt motiv, ið einans er sjónligt frá ávísum vinklum

At hava við:
tógv, minst 2 litir, og hartil hoyrandi stokkar
Uppskriftir: 25 kr.pr.stk

Tað verður undirvíst á føroyskum, og um tørvur er á tí eisini donskum, enskum og týskum.
 
 
Maiken Steinberg FO
 
Tey seinastu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding undir kvøldskúlaskipanini, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan binditeknikkir.

Eg arbeiði eisini fyri Navia og havi verið leiðari á visitnoroyð.

Eg havi altíð gingið nógv í fjøllinum, og eri tað serliagni har eg fári mín íblástur og kreativ hugskot.

https://www.facebook.com/JAMM-design-144413329047/

á Instagram eri eg eisini at finna handan: maikensteinberg