/ Fríggjadagsverkstovur / 2.14 Bind dúk ella gólvmáttu í holmynstri úr endurnýttum tilfari

2.14 Bind dúk ella gólvmáttu í holmynstri úr endurnýttum tilfari

Tíð: Fríggjadag kl. 14.00 - 17.00
Stað: í Skálasahúsum 9 
Undirvísar: Elin Lindenskov FO

Henda verkstova er fyri øll sum duga at binda
 
At hava við:
Vit binda úr uppriknum tógvi, klippa toystrimlar ella okkurt heilt annað.
Rundstok og 5 stokkar
Um tú hevur okkurt, tak tað endilga við.
 
Møguleiki verður at keypa tilfar, umleið 50 – 100 kr.
 
Mál:
føroyskt/danskt
 
 
Elin Lindenskov FO

Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari frá Nykøbing F. Hondarbeiðsseminarium í 1985. Seinastu tredivu árini hevur hon undirvíst á Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, í kvøldskúlanum og á øðrum skeiðum. Í 2015 tók hon stylistútbúgving við serligum denti á endurnýtslu.

Elin hevur bundið, síðani hon var lítil smágenta. Mamma Elin og ommurnar báðar, sum allar vóru dugnaligar bindikonur, hava gjøgnum uppvøksturin havt stóra ávirkan á hana.

Elin hevur egi firma, har hon framleiður ymiskar vørur úr endurnýtslu og resttilfari, sum hon selur m.a. á nethandlinum www.elinsa.fo