/ Leygardagsverkstovur / 3.04 Marjunarbinding

3.04 Marjunarbinding

Tíð: Leygardag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Daisy Erningsdóttir 6
Undirvísari: Elspa Petersen FO
 
Verkstovan er fyri nýbyrjað og víðarikomin

Marjunarbinding eisini kalla Gjáarbinding er gamal bindingarháttur. Hetta er at líkna við kunst binding, sum verður bundin aftur og framm.

Bindingin er mest brúkt til turrikløð og húgvur. Vit fara at kasta uppá stríput turriklæði. Men hesin bindingarháttur kann eisini brúkast til onnur brúksting. Bindast kann við tógvi úr ymiskari góðsku og tjúkt.

At hava við:
Tógv í ymiskum litum í ull (tjúkt) og passandi stokkar (2 ymiskar grovheitir)
Pappír og blýant/penn.

Tað verður undirvíst á føroyskum
   
 
 
 
Elspa Petersen FO
 
 Havi gingið á Den Danske Husflidshøjskole frá 1976-1978 og Odense Fagskole 1981-1982.

Havi undirvíst í kvøldskúlanum frá 1978 til 2006 tó við einum steðgið ein vetur.
Havi síðan útbúgvi meg til námsfrøðing og arbeiði eg við tí í dag. Havi arbeitt tey fyrstu árini innan ser økið og eri í dag á einum frítíðarskúla.

Síðan 1. jan 2015 havi eg fingið starvið at leiða frítíðarundirvísingina í Sunda Kommunu.