/ Leygardagsverkstovur / 3.08 Dupultbinding fyri víðarikomin

3.08 Dupultbinding fyri víðarikomin


Tíð: Leygardag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Jórun Ei Johannesen á Hellunum 12
          Um viðrar verður gongutúrur úr Fuglafirði og yvir á Hellurnar kl 11. Ferðaleiðari 
          verður við á túrinum og matpakki til luttakrarnar. Eisini ber til at fara við bili. 
          Boða okkum frá, um tú fert til gongu ella ynskir at vera koyrd.
Undirvísari: Linda á Marknagili Debes FO
 
Hendan verkstovan er fyri tey, sum áður hava roynt dupultbinding, men ynskja at koma eitt stig víðari.
Tað er hópin av møguleikum, tá tú dugir at binda dupultbinding.

At hava við:
2 kontrastir litir, hosutógv er best - og passandi stokkar

Undirvíst verður á føroyskum og donskum - og eg skilji eisini enskt
 
 
Linda Marknagili Debes FO

Eg eiti Linda og eg eri útbúgvin námsfrøðingur.

Eg brúki nógv av míni frítíð til ymiskt handaligt, tó mest til binding, men eisini hekli, broderi og seymi eg.

Eg havi verði so heppin at havt fólk afturat mær, sum hava skilt og stuðla mær, og tískil havi fingið roynt nógv ymisk ting av og gjørt mær nógvar royndir.

Eg havi fingist við handarbeiði alt eg kann minnast