/ Leygardagsverkstovur / 3.11 Lær at virka hosubond

3.11 Lær at virka hosubond

Tíð: Leygardag kl. 9.00 - 12.00
Stað: í Astridsa seyðahúsi á Innaradali 16
Undirvísari: Elin Lindenskov FO
 
Hosuband er band at knýta um hosu undir knænum og verður eisini brúkt til føroyska mansbúnan.
 
Verkstovan er fyri øll
 
At hava við:
3 ymiskar litir av 2. tr. ullintum tógvið.
Um luttakarnir ikki hava við, so 25 – 50 kr.
 
Mál:
Føroyskt/danskt
 
 
Elin Lindenskov FO

Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari frá Nykøbing F. Hondarbeiðsseminarium í 1985. Seinastu tredivu árini hevur hon undirvíst á Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, í kvøldskúlanum og á øðrum skeiðum. Í 2015 tók hon stylistútbúgving við serligum denti á endurnýtslu.

Elin hevur bundið, síðani hon var lítil smágenta. Mamma Elin og ommurnar báðar, sum allar vóru dugnaligar bindikonur, hava gjøgnum uppvøksturin havt stóra ávirkan á hana.

Elin hevur egi firma, har hon framleiður ymiskar vørur úr endurnýtslu og resttilfari, sum hon selur m.a. á nethandlinum www.elinsa.fo