/ Leygardagsverkstovur / 3.12 Lær at flætta tólvtáttaband

3.12 Lær at flætta tólvtáttaband

Tíð: Leygardag kl. 14.00-17.00
Stað: heima hjá Hansinu Kerá á Hellunum 14
          Um viðrar verður gongutúrur úr Fuglafirði og yvir á Hellurnar kl 11. Ferðaleiðari
          verður við á túrinum og matpakki til luttakrarnar. Eisini ber til at fara við bili.
          Boða okkum frá, um tú fert til gongu ella ynskir at vera koyrd.
Undirvísari: Elin Lindenskov FO
 
Verkstovan er fyri øll
 
At hava við 
25-50 kr.
 
Mál:
Føroyskt/danskt
 
 
 
 



 

 

 
Elin Lindenskov FO

Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari frá Nykøbing F. Hondarbeiðsseminarium í 1985. Seinastu tredivu árini hevur hon undirvíst á Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, í kvøldskúlanum og á øðrum skeiðum. Í 2015 tók hon stylistútbúgving við serligum denti á endurnýtslu.

Elin hevur bundið, síðani hon var lítil smágenta. Mamma Elin og ommurnar báðar, sum allar vóru dugnaligar bindikonur, hava gjøgnum uppvøksturin havt stóra ávirkan á hana.

Elin hevur egi firma, har hon framleiður ymiskar vørur úr endurnýtslu og resttilfari, sum hon selur m.a. á nethandlinum www.elinsa.fo