/ Binditúrar / Gamla postgøtan til Hellurnar

Gamla postgøtan til Hellurnar

Nær: Leygardag, 21. apríl
Tíð: kl. 10:00/11.00
Longd: 3-4 tímar
Atgongd: ókeypis við armbandi, onnur kunnu keypa atgongd+matpakka.
Ferðaleiðari: Petur Martin Petersen

Legg til merkis:Hesin túrurin er tyngri enn hinir og krevur eitt gott gonguføri við tað, at vit skulu niðan í fjøllini millum Fuglafjørð og Hellurnar.
 
Túrurin byrjar – sum hinir – eisini á torginum við Mentanarhúsið.
Gingið verður eftir gomlu postgøtunum niðan á Skarðið og síðan niðan á Altarið, sum er sjálvur toppurin á Rustarkambi. Sagt verður frá ymiskum á leiðini eftir hesi aldargomlu bygdargøtu.
 
Matpakkin verður etin á túrinum.
 
Bílegg pláss (tað er avmarkað atgongd) við at senda mail til bindifestival@gmail.com ella her