/ LIVEtónleik

LIVEtónleik 20. apríl kl. 20

 
TÓNLEIKA OG SANG ÚRMÆLINGAR
- allir, hvør á sín serliga hátt koma at seta dagskránna – LIVEtónleik í Mentanarhúsinum 20. apríl (kl 20-24)
 
 
   
• Stykkir av tí kenda franska gittarspælaranum Roland og romantiskt, spanskt, og stykkini av Dyens bera brá av chansons françaises – tað verður nakað av tí Alvi  Joensen fer at framføra. Hann vann Stella Polaris í 2015 og hevur síðan lisið tónleikaframførslu á hægsta støði á tónlistaháskúlanum í Malmö.

• Hendan røddin hevur sungið seg inn í hjørturni á føroyingum. Hon hevur m.a. vunnið Planet Awards, Ársins songrødd og á summarfestivalinum hava vit hoyrt hana sungið saman við Bobby Bare. Røddina eigur KRISTINA BÆRENDSEN og saman við Finnur koma tey at framføra til hetta høvið.

• Teir hava sungið saman í nøkur ár. Skarpir, framúr røddir, teir fylla alt rúmið, alt hevur hug at steðga upp tað einu løtuna – sangglaðir fuglfirðingar, sum í dag kalla seg fyri VEGA, fara at syngja fyri okkum.

• Íslendska Hafdís Bjarnadóttir hevur serliga skrá - Bindikonsert
Hon sigur soleiðis ”Eg havi leingi droymt um at spæla til eina konsert, har luttakarnir kunnu binda meðan tey lurta eftir tónleik” Á íslendskum hevði tað verið kalla fyri ”prjónleikar” og á føroyskum er tað ”bindikonsert”. Tí eri eg sera glað fyri at kunna luttaka á bindikonsert á Bindifestivalinum í Fuglafirði.

Skráin hjá Hafdís er sett saman av íslendskum fólkatónleiki, við Jórunn Viðar, komponisti og við guitartónum úr mínum egna tónleikastykki. Tað seinasta verkið inniheldur ljóð úr Íslandsku náttúruni og halt tær nú fast, og við ljóðið frá einum seyðið, hvørs ull verður klippt á sumri. Hendan ullin verður spunnin á verkstovu í Mortansahúsi á Bindifestivalinum.

Hon er útbúgvin á Det kongelige danske musikkonservatorium i København
 
     

Birgitte Simonsen, sjónleikari - H.C.Andersen ævintýr í modernaðum stíli. Gellumasurkan á sín serliga hátt :) og ein lættari máltíð, ein góður kaffimuður við Bindifestivalkaku er eisini nakað av tí, sum kvøldið fer at bjóða.
 
Verið vælkomin :) 
 
Keyp atgongumerki HER